Sjálvt um søgan ikki altíð kann samanlíknast, so finnast tað áhugaverdar samanberingar ímillum Ukraina nú á døgum, og so tað sovjetisk-finska vetrarkríggi tá á døgum.
Ein forsøgn hvussu blóðbaðið í Ukraina kann enda, er at hyggja at gongdini í finska vetrarkrígnum millum novembur 1939 og mars 1940.
Hernaðarliga var Russland nógv sterkari enn Finnland, og kortini hevði russiska hervaldið ikki roknað við stríðsviljan hjá finnum. Undir krígnum var tað sera dýrt viðvíkjandi tilflutninginum av matvørum og tilbúgvingini av vápnum, bæði hjá Russlandi og hjá Finnlandi.
Við øðrum orðum bleiv kríggi avgjørt við pengapunginum.
Kríggi endaði aftaná nakrar fáar mánaðir við einari neyðsemju, uttan at stjórnirnar í báðum londunum vóru fyri eyðmýking, og uttan at sorla landið fíggjarliga.
Finnland lat av hondum nøkur øki til Sovjetsamveldið, afturfyri tók Sovjetsamveldið seg aftur, og báðar stjórnirnar kundu harvið selja úrslitið sum ein sigur til fólkið í londunum báðum.
Í stríðnum í dag millum Ukraina og Russland kemur tað at spæla ein stóran leiklut, hjá hvørjum av pørtunum pengarnir fyrst verða uppi. Vesturheimurin kann ikki stuðla Ukraina í fleiri ár fram í tíðina, uttan at Vesturheimurin eisini er fyri egnum missi.
Í so máta merkjast revsitiltøkini í Vesturheiminum, eins og tey gerast í Russlandi.
Sjálvur trýr undirritaði uppá, at kríggið í Ukraina nokk endar við einum sokallaðum “diktatfriði”, so statt einum tvingaðum friði, sum onkursvegna verður álagdur pørtunum, m.a. tí at pengarnir eru við at verða uppi hjá báðum pørtum.
Um hetta verður ein varandi friður, ella bara ein longd vápnahvíld til kríggj aftur brestur á, tað má framtíðin vísa.
Føroyskt mat- og orkusjálvbjargni í framtíðini
Føroyar eru sum land sera tengd at inn- og útflutningi, og tískil verður keypiorkan hjá tí vanliga føroyinginum eisini ávirka av hvat hendir úti í heimi.
Harvið er neyðugt, at vit verða meira sjálvbjargin innan ávís øki, sum eru av alstórum týdningi fyri føroyska samfelagið.
Eitt hugtak sum matsjálvbjargni hevur vunnið frama seinastu árini. Fyrst orsakað av korona, og nú av Ukraina krígnum. Matsjálvbjargni er ein tilgongd, har vit gerast betri at framleiða tað okkum tørvar, hóast vit innflyta úr øðrum londum.
Vit skulu gera okkum sjálvi meira mótstøðufør, tá kreppur raka.
Tað skal nevnast, at grasrøtur og ávísir bøndur hava flutt hugburðin rætta vegin. Tann Grøni Háskúlin skuldi fingið eina munandi størri játtan, so størri dentur kann leggjast á matsjálvbjargni, grøði, mattilfeingi og burðadygga náttúrunýtslu.
Føroysk fóðurframleiðsla
Eitt annað er at fáa gongd á føroyska fóðurframleiðslu.
Ein virkin landbúnaðarpolitikkur má gerast, so ein ordilig fóðurframleiðsla kann fáast upp á beinini. Her ræður um at seta stuðulstiltøk í verk til íløgur í landbúnaðin, so gongd kann fáast á føroyska fóðurframleiðslu í landbúnaðinum.
Hetta kann eisini verða ein háttur at fáa føroyskar mjólkavørur bíligari úti í handlunum.
Framhaldandi menna varandi orkuloysnir
Og til síðst, men ikki minst, so er tað týdningarmikið at vit framhaldandi arbeiða at gera Føroyar leysar av oljuni, so vit framtíðartryggja føroyska búskapin.
Kjarnorka kann í framtíðini verða ein møguleiki, um vit fáa servitan og tøknifrøðina at rigga í Føroyum. Kolvetni kann eisini í framtíðini spæla ein týðandi leiklut.
Tað er lítil ivi um, at Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at menna varandi orkukeldur - tað verið seg vind-, aldu-, sjóvarfallsskipanir. Jarðhiti hevur eisini fingið størri týdning seinnu árini.
Tí er neyðugt framhaldandi at byggja okkara búskaparmenning á varandi orkukeldur og stimbra undir menning av vinnu, ið byggir á varandi orku.
Her er neyðugt við gransking á økinum, og kann Fróðskaparsetur Føroya hava ein lyklaleiklut at spæla hesum viðvíkjandi.
Við framburðskvøðu
Øssur Patursson
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo