Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í síðsta Skúlablað er samrøða við dulnevnda mammu, vit nevna Mariu, hvørs dóttir, Anna, ikki gekk í skúla í fleiri ár.

Dóttirin er ein friðarlig genta, sum dugir sera væl í skúlanum og hevur nógv áhugamál; tað sosiala hevur tó verið ein avbjóðing, síðan hon fór í skúla.

Maria hevði varnast, at dóttirin í eina tíð hevði verið lítið saman við javnaldrunum, og at hon var nógv einsamøll.

Hon fór at skulka í skúlanum, nógvar morgnar kærdi hon seg um at hava ilt í búkinum, og tað gjørdist oftari og oftari.

- Ein morgunin á heysti í 6. flokki fekk eg hana ikki úr bilinum og inn í skúlan, tí hon bara græt. Hetta vant upp á seg, og støðan versnaði bara. Tað er ein løgin kensla, tá ið tú sært, at dóttirin broytist so munandi eftir ongari tíð, frá at vera ein glað genta til einki at vilja og bara vera kedd.

- Anna hevði fingið angist og tordi ikki í skúla. Vit tosaðu nógv um, hvat orsøkin mundi vera til tað, um tað kundi vera happingin ella okkurt annað og kanska nógv verri. Dóttirin segði, at happingin var steðgað. Nakrar fáar mánaðir inn í 6. flokk helt hon púrasta uppat at ganga í skúla. Vit vistu ikki okkara livandi ráð.

Familjan ráðførdi seg við flokslæraran og heilsufrøðingin í skúlanum um, hvat tey kundu gera fyri at fáa Annu í skúla aftur. Eisini í skúlanum høvdu tey varnast, at Anna var nógv fyri seg sjálva. Ráðini vóru, at Maria skuldi seta seg í samband við Sernám ella Barnaverndina.

- Anna noktaði púrasta at fara út, ikki so frægt sum at vitja familju. Hon byrgdi seg av inni í kamarinum, vildi heldur ikki vera saman við okkum húsfólkum.

Av tí at støðan var so nógv versnað, komu Sernám og Psykiatriin inn í myndina. Útgreinandi kanningar vórðu gjørdar. Tær staðfestu, at Anna hevði sosiala angist og eina diagnosu innan autismuspektrið órógv. Tunglyndi varð ikki staðfest.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo