MAGN: Í dag er avtala gjørd millum nevndina í P/f Magn og Finn Jakobsen, at hann fer frá sum stjóri.
Finn Jakobsen hevur verið stjóri síðani 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri. Finn Jakobsen fer úr starvi beinanvegin.
Fyribilsstjóri verður Christian Nagata, næstformaður í P/f Magn. Christian hevur undan næstformanssessinum verið nevndarformaður í Magn frá 2006 til 2015, og áðrenn tað var hann fíggjarstjóri, og hevur sostatt drúgvar royndir og stórt innlit í felagið.
“At Christian hevur játtað at taka við sum fyribilsstjóri tryggjar ein stabiliet og framhaldandi rakstur, so at okkara kundar og starvsfólk merkja so lítið sum gjørligt til skiftið,” sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Magn.
Magn fer nú undir tilgongdina at søkja eftir nýggjum stjóra, sum skal taka við skjótast gjørligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo