Innsent: Sansaligt-abstrakt og figurativt landslag er heiti á málningaframsýning sum Finleif Mortensen letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 5. apríl kl. 15.00.
Við á framsýnigini eru umleið 30 málningar, figurativt lanslag og abstraktir. Tað eina abstrakta verkið er samansett av 24 einstøkum málningum.
Hvat skal tað abstrakta fyristilla, er ein ofta settur spurningur fólk seta listamanninum, svarið er at tað skal ikki fyristilla nakað. Tað sum upptekur Finleif í hesum, er samanseting í litum, linjum og formum og uttan at hava nakað ávíst motiv sum útgangstøði, man kann siga at teir eru eitt sansaligt upplivilsi.
Teir meira staðbundnu og figurativu landslagsmálningarnar eru ørvísi, teri hava útgangstøði í einari ávísari bygd ella býði,tó so, er máli ikki einans at eindurgeva landslagið sum tað er, men heldur, eins og í tí abstrakta, at leggja dent á litir, linjur og flatur í málninginum.
Framsýningin er opin hvønn dag til týsdagin 9. Apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo