Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað breyt í bæði borð, tá ið KAF fór í Fasta Gerðarrættin við málinum um verkfallið, sum síðani varð tikið aftur.

Og ein av stóru leikarunum í málinum var sjálvandi Tórshavnar kommuna, sum uttan iva hevur havt sín part í, at KAF bað um at fáa málið úr aftur Fasta Gerðarrættinum, tí sum VP skilir, so hótti Tórshavnar kommuna við at taka seg úr KAF, um verkfalsrætturin ikki varð virdur.

VP hevur spurt formannin í Tórshavnar Arbeiðarafelag, Hera Reynheim, um leiklutin hjá Tórshavnar kommunu, og tá serliga borgarstjóranum Heðin Mortensen, men til tað fæst hann ikki at siga so nógv um í verandi løtu.

Heri Reynheim sigur tó somikið, at Heðin Mortensen "vísti sín samhuga og viðurkendi alla tíðina okkara rætt og støðu."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo