Enn ein roynd varð í gjár gjørd at fáa fóðurflakan Hellutanga hjá Luna, sum er farin á land á Víkum, á flot aftur, men royndin miseydnaðist.
VP frættir, at umframt fleiri alibátar vóru sleipibátar frá Mest og nótaskipið Gøtunes við í royndunum.
Sum myndirnar vísa, so er reyvin øll undir, og tað hevur áður verið frammi, at Hellutangi helst er vrak.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo