Ein býarpartur í Klaksvík misti streymin í gjár, eftir at ein bilur koyrdi á eitt SEV skáp sum gjørdi, at fleiri hús mistu streymin.
SEV umvældi skaðan, og umleið klokkan fýra í morgun var aftur ljós á Heygavegnum og har á leið.
Nakað av materiellum skaða var av óhappinum, men ongin fólkaskaði, sigur politiið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo