Koronavirusið hevur higartil steðgað næstan øllum fótbólti í heiminum.
Nú bíðar ein heilur fótbóltsheimur eftir at hoyra, hvussu verður við EM-endaspælinum í summar.
Sambært Financial Times, sum endurgevur ónevndar keldur, so hevur UEFA longu avgjørt at EM verður útsett.
Og tað verður gjørt so tær nasjonalu kappingarnar verða leiktar, eftirsum fleiri av teimum eru útsettar av koronavirusinum, skrivar avísin.
Týsdagin fyrrapart verður fundur í UEFA, har ein endalig avgerð skal takast.
Euro 2020
— Sky Sports (@SkySports) March 16, 2020
Champions League
Domestic football
Key decisions will be made on the future of European football on Tuesday as the coronavirus outbreak continues
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo