Hæddarpunktið á kurvabóltsárinum verður nú leygardagin 17. apríl, tá finalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar.
Í kvinnufinaluni tørna bæði havnaliðini Sporðdrekin og Hamar saman. Innanhýsis dystir teirra hava verið tættir, so lagt er upp til eina sera spennandi finalu. Hamar hevur seinastu árini vunnið FM hjá kvinnum, meðan hetta er fyrsta árið Sporðdrekin hevur kvinnulið við í kappingini.
Hjá monnum er sanniliga eisini lagt upp til spennandi dyst. Hávur vísti stóra styrki í hálvfinaluni móti Hamar 1 og vísti øllum, at teir eru sanniliga klárir kappast um teirra fyrsta FM. Hamar 2 hevur vunnið allar sínar dystir í ár. Í hálvfinaluni stóð tó á gomlum naglum, men Hamar 2 vann sera tætta dystin móti Sporðdrekanum. Hetta verður fyrsta finalan hjá Hávi úr Klaksvík og fyrsta finalan síðani 2016 hjá Hamar.
Kvinnur: Hamar – Sporðdrekin kl.14.00
Menn: Hamar 2 – Hávur kl. 18.00
Báðir dystir verða leiktir í høllini á Argjahamri – tað er sum altíð ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo