Av givnum orsøkum verður finaluumfarið, sum skuldi verða fríggjdagin 20. mars, fyribils útsett. Tá umstøðurnar verða meira normalar aftur, verður støða tikin til um og hvussu finaluumfarið skal fara fram.
Ungt Virki er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika.
Næmingarnir í ár eru frá frá Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali, Glasi og Miðnám í Suðuroy. Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki.
Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, vinnulívið og miðnámsskúlar.
Næmingarnir hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum, og fáa harumframt fíggjarligan stuðul frá Betri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo