Hagstovan: Í tjúgu ára aldri flyta umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði av landinum. Bara helvtin av hesum flytur heimaftur, tá tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum.
Búfesti er eitt nýtt hugtak hjá Hagstovu Føroya, sum lýsir hvussu stórur partur av einum ættarliði framvegis býr í Føroyum. Búfestið fylgir soleiðis neyvt teimum persónunum í ættarliðnum, sum búðu í Føroyum, tá teir vóru ein ávísan aldur.
Persónarnir í ættarliðnum verða fylgdir frá valda støðisaldrinum, til dømis 0 ár ella 18 ár. Búfestið hjá ættarliðnum er soleiðis altíð 100% fyri støðisaldurin og kann ikki fara upp um 100% fylgjandi ár.
Í hesi grein er støðisaldurin 18 ár valdur fyri at síggja, hvussu stórur partur av ungum í einum ættarliði framvegis búgva í Føroyum, tá tey gerast eldri. Grundin til, at hugt verður at ættarliðnum frá 18 ára aldri og ikki frá føðiári, er tí at nógv leggjast aftrat árganginum barnaárini, serliga upp til skúlaaldur.
Tað ber til at síggja, hvussu stórur partur av tínum ættarliði framvegis býr í Føroyum her.
40 prosent flyta av landinum
Búfesti hjá yngri og eldri ættarliðum er samanborin fyri at síggja, um tað er broytt millum ættarlið.
Í grafunum niðanfyri eru ættarliðini 1970, 1975, 1980, 1985, 1990, 1995 og 2000 fylgd frá tey vóru 18 ár. Tað merkir, at neyvt teir persónarnir frá ættarliðnum 1980, sum búðu í Føroyum í 1998, verða fylgdir frá 1998 og frameftir. Á sama hátt fyri hini ættarliðini. Elsta ættarlið verður fylgt upp til 50 ára aldur. Av tí, at tað eru lutfalsliga fá, sum doyggja í yngri árum, eru broytingarnar í búfestinum serliga grundaðar fráflyting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo