Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið; Tá ið freistin at søkja skúlastjórastarvið í Skúlanum við Streymin var úti í gjár, vóru fimm umsóknir komnar.

Væntandi tekur nýggjur skúlastjóri við í Skúlanum við Streymin 1. apríl – ella skjótast gjørligt. Umfatandi dagføringar við um- og uppíbygging eru gjørdar í Skúlanum við Streymin seinastu árini, umframt at ítróttahøll er bygd, so talan er um ein nýmótans skúla við øllum hentleikum. Skúlin samstarvar við hinar báðar skúlarnar í kommununi, Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla, sum hava næmingar í 1.-3. flokki og við Eiðis skúla, har næmingarnir halda fram í hádeild í Skúlanum við Streymin.

Í Skúlanum við Streymin eru tilsamans 209 næmingar í 1.-10. flokki, íroknað ein serflokk við 12 næmingum. 28 lærarar, tríggir námsfrøðingar og fýra námsfrøðiligir stuðlar starvast í skúlanum, umframt heilsufrøðingur og húsavørður.

Síðan 2015 hevur Sonni Óli Djurhuus verið skúlastjóri í Skúlanum við Streymin, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo