Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fríggjadagin var próvhandan í Miðnámi á Kambsdali. Millum studentarnar, ið fingu prógv hendan dagin var Lilja Súnadóttir Kristiansen av Skála. Og fyri hana – og ikki minst foreldur hennara – var løtan heilt serlig.

Lilja er nevnliga tann yngsta av fimm systkjum, sum øll hava fingið handað prógv á Kambsdali.

Tey fimm systkini eru:

• Heini, 34 ár, studentur í 2005, útbúgvin cand.merc frá Copenhagen Business school og arbeiðir sum HR-leiðari á Bakkafrosti

• Ása, 31 ár, studentur í 2009 og lesur námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya 

• Marnar, 30 ár, studentur í 2009, útbúgvin lækni frá Københavns Universitet og er í løtuni phd-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

• Silvia, 21 ár, studentur í 2017 og lesur medisin á Københavns Universitet

• Lilja, 19 ár, studentur í 2020 og er júst liðug á Miðnámi á Kambsdali

Til próvhandanina segði pápin, Súni Kristiansen nøkur orð og takkaði vegna seg og konuna, Eyðgerð, skúlanum fyri at allar fimm studentarnar. Súni endaði røðuna við hesum orðum:

”At enda fari eg at takka Miðnámi á Kambsdali fyri tað stóra ríkidømi, tit hava givið børnum okkara við at nema sær eina góða útbúgving. Trivnaðurin hevur verið góður á skúlanum, og tit hava dugað væl at givið okkum foreldrum pláss í tilgongdini – tað hava vit eisini verið sera takksom fyri. Takk fyri tíðina og øll tey bestu ynski fyri tykkara týdningarmikla arbeiði framyvir.”

Seinni um kvøldið kundi Lilja hátíðarhalda studentsprógvið saman við familju og vinum – og hinum fýra systkjunum, sum eisini hava húgvu av Kambsdali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo