Tórshavnar kommuna er farin undir at heiðra starvsfólkum fyri drúgva og trúgva tænastu á barna- og ungdómsøkinum. Starvsfólk, sum hava starvast í 30 og 40 ár, hava fingið heiðurstekin og gávur.
Í morgun var hugnaløta á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, tá fimm starsvfólk, sum hava rundir starvsdagar, vórðu heiðraði. Borgarstjórin helt røðu fyri hvørjum einstøkum starvsfólki og handaði teimum eina gávu.
Borgarstjórin segði m.a., at tað er onki sum gleðir ein borgarstjóra meira enn trúgv starvsfólk við longum áramáli í starvinum, tí tað kann bara benda á góðan trivnað, og at starvsfólkini, eftir øllum at døma, eru og hava verið góð við tykkara arbeiði og arbeiðspláss.
Heðin Mortensen vísti á, at tað hevur alstóran týdning, at barna- og ungdómsøkið hevur starvsfólk við drúgvum royndum. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og sum hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.
At endað takkaði borgarstjórin starvsfólkunum fyri teirra stóra íkast og drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi.
Starvsfólkini, sum vórðu heiðrað, síggjast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo