Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Fiskaríið er tó smáligt.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í síni nýggjastu meting.
Fimm trolbátar eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku, teir landa allir í vikuni. Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar helst fyrst í vikuni. Sjey frystilínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi. Og tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er misjavnt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Og so verður eisini nakað av útróðri, væntar fiskamarknaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo