Fimm pør eru til fiskskap, og tey koma at landa í vikuni.
Men høgættin ger, at tað verður neyvan nógvur útróður, tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í síni seinastu meting.
Ein djúpvatnstrolari er á kongafiskaveiðu og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni, ímeðan ein liggur við bryggju.
Eitt línuskip er norðanfyri og fiskar mest hýsu og tosk. Eitt er á Føroya Banka og fiskar mest av hýsu og longu og so nakað av havtasku. Bæði landa í vikuni. Hini liggja við kaj.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo