Tá DM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar í Herning í dag, vera ikki færri en fimm føroyskar reiðkvinnur við.
Tað man vera fyrstu ferð at Føroyar eru so væl umboðarar til eina DM kapping í gonguløgum. Tað er vanliga sera dýrt at fara uttanlanda at kappast, men av tí at tær tríggjar Beinta P. Debes, Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum skula til NM í Álandi í august, valdi tær at fara tíðliga til Danmarkar, soleiðis at tær kundi fáa DM við sum eina bonuskapping. Afturat teimum koma so Rakel Tindskarð og Elin Tindskarð, sum báðar búgva í Danmark.
Tað er sjálvandi sera spennandi hvussu tað fer at roynast hjá føroysku reiðkvinnunum, men av tí at Danmark telist millum fremsti tjóðir innan hesar kappingar, so er kanska óv nasadjarvt at seta vónirnar alt óv høgt, ikki tað Elin Tindskarð hevur ofta verið við í oddinum og man eisini fara at vera millum bestu boðini um eitt finalupláss millum okkara.
Kappingin byrjar í dag og kann stroymast: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo