Fimleikasambandið: Um vikuskiftið bleiv Mia Højgaard danmark meistari í amboð fimleiki fyri einstaklingar.
Danmark Meistaraskap (DM) hevur verið um vikuskifti, har fleiri luttakarar úr Havnar Fimleikafelag luttóku, og fingu serstakliga góð úrslit.
Umframt, at Mia vann DM fyri einstaklingar, vunnu Mia Højgaard, Anna Sofía B. Højsted og Marin Danielsen eisini gull í DM liðkappingini. Og Mia vann eisini gull í barr og silvur á gólvinum, meðan Anna Sofía vann bronsu í lop, bita og gólv. Hóast tær búgva í Føroyum og í gerandis degnum venja við Havnar Fimleikafelag, kappaðust tær til DM fyri danska fimleikafelagið KG66. Tær luttóku í aldursbólkunum fyri juniorar.
Eisini vóru Oddvør Alberta Kimsdóttir og Tóra E. Thorkildshøj við í DM kappingini fyri ungar juniorar. Báðar stóðu seg avbera væl, og vunnu ávikavist gull og bronsu í liðkappingini. Tær kappaðust eisini báðar fyri KG66.
Venjari hjá teimum heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel, sum eisini var við teimum á ferðini. Djóni Sakarisson, sum er venjari á mannfólkasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag, var eisini við sínum monnum til DM.
Mansunglingarnir og mennirnir hava somuleiðis luttikið til DM. Teir kappaðust fyri danska fimleikafelagið Greve, og megnaðu eisini at fáa heiðursmerki við heim til Føroyar. Rókur Vestergaard vann silvur í beinsveiggj, og Torleivur Christiansen vann bronsu í lop. Í kappingini fyri mansunglingar vann Bjarti Skylv bronsu í lop.
Føroysku íðkararnir hjá Havnar Fimleikafelag kláraðu seg so avbera væl, og eru við hesum millum bestu fimleikarar í ríkinum.
Føroya Fimleikasamband ynskir íðkarunum og Havnar Fimleikafelag hjartaliga til lukku við avbera góðu úrslitunum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo