Tórshavnar kommuna: Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.
Inn komu tvey tilboð: MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 22.057.992 u/mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 17.901.926 u/mvg.
Mælt varð til at taka av lægra tilboðnum. Málið verður endaliga avgreitt á býráðsfundi í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo