Føroya Fimleikasamband boðar í morgun frá, at fimleikafagnaðurin, sum upprunaliga skuldi vera í oktober 2021, og síðani bleiv útsettur til februar 2022, er endaliga avlýstur.
- Orsøkin er koronastøðan í Føroyum, og tey tilmæli sum eru galdandi, verður sagt.
Næsti fimleikafagnaður verður á heysti 2023.
Kunning um endurrindan av atgongurmerkjum verður send umvegis Norðurlandahúsið, upplýsir Fimleikasambandið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo