FIMFF: Tað er eitt serstakt ár í ár fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, sum hátíðarheldur 5. árið á rað og samstundis eisini størstu skránna nakrantíð. Fyriskipararnir eru sera ernir og væl nøgdir við samansettu skránni, ið bjóðar uppá heimildarfilmar, spælifilmar, verkstovur, barnasýning, pallborð, framløgur o.a.
Tað verða bæði sokallaðaðir smalir filmar og meiri ‘main-stream’-filmar at síggja. Eitt nú er filmurin Together, Together ein løtt amerikonsk komedia, sum viðgerð eitt heldur samansett evni á ein lættan hátt. Her møta vit tveimum fólkum, ið ynskja at gerast foreldur. Matt (Ed Helms úr amerikanska The Office-seriuni og Hangover-filmunum) hittir Onnu (Patti Harrison), ið er burðarmóðir. Tey gerðast vinfólk, og sum vinarband teirra dragnar víðkast eisini teirra fatan av sambandi og kærleika. Ein fittur familjufilmur við einum tvisti, sum verður sýndur í Havnar Bio 26. juli.
Barnaskrá og bomm
Tað verður stuttligt hjá børnum allar dagarnar, festivalurin er, í Norðurlandahúsinum! Ársins barnasýning er filmurin Mysteriet om hr. Link, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum 25. juli. Hr. Link er 2,5 metur høgur, huldur í pelsi og kennir seg einsamallan í Útnyrðingsnorðuramerika. Hann ger tí av at finna síni fjarskotnu ættfólk í sagnkenda dalinum Shangri-La og starvsetur óttaleysa rannsóknaran Sir Lionel Frost at vegleiða seg. Á ferð teirra læra teir at stundum finnur tú familju, har tú minst væntar tað.
Afturvið filminum fáa børnini ókeypis góðgæti.
Í forhøllini fer tilfar at liggja, har børnini kunnu seta seg at tekna, meðan foreldrini taka sær av løttum. Tey kunnu tekna sína egnu familju, eina tey kenna ella tí familjuna, tey hava hug til. Tekningarnar verða síðan hongdar upp í forhøllini sum ein lítil framsýning av familjuni 2021.
Eingin filmsfestivalur uttan hápunkt
26. juli verður After Love sýndur í Havnar Bio; ein kenslurík og sammansett frásøgn, ið hálar áskoðaran upp um hæddir í eini hugfangandi ferð. Ein bretsk einkja, sum skifti til Islam, tá hon giftist fyri fleiri áratýggjum síðani, varnast ymiskt skakandi um farna mann sín, hóast hon helt seg kenna hann út í æsir. Hon ferðast úr havnarbýnum Dover í Onglandi til Calais í Fraklandi, har hon verður ovfarin av tí, hon finnur. Høvuðsleikarin, Joanna Scanlan, spælir rørandi væl í hesum framúrskarandi filmi, ið tú ikki mást lata fara framvið.
Kærleikan finnur tú allastaðni
Í filminum Futur Drei, sum verður sýndur í Perluni 24. juli, hitta vit týsk-iranska Parvis, sum vegar millum ballingarlív og Grindr-avtalur, og tá hann verður tikin sum handilstjóvur, verður hann settur at gera samfelagstænastur í einari flóttafólkalegu. Her møtir hann iranska systkinaparið, Amon og Banafshe, og tey trý gerast vinfólk, samstundis sum Parvis verður skotin í Amon. Ástarsamand teirra er viðbrekið og merkt av hóttanini um at verða send av landinum. Søgan er um trý fólk, ið hvør sær royna at finna sítt pláss í verðini. Filmurin er fyrsti av Faraz Shariat, og hevði frumframførslu á Berlinale í 2020, og vann sama árið eisini Teddy-heiðurslønina fyri besta spælifilm. Aldursmarkið er 16 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo