Minority Film Festival: Hetta er 7. árið á rað, at filmfestivalurin verður.
Hesa ferð verður størsti parturin hildin í Norðurlandahúsinum, men eins og undanfarnu ár, so verða eisini nøkur tiltøk í Perluni í Tórsgøtu og Sirkus í Havn.
– Vit hava snikkað eina skrá saman við bæði útlendskari og føroyskari umboðan, og orsøkin til tað er, at tað kann vera gott fyri okkum at hoyra, hvat rørir seg úti í heimi og fáa íblástur uttanífrá, sum kann vera við til at víða um okkara sjónarhorn, sigur Nadia.
– Evnini í ár verða eitt nú stríðini í Iran og løgfrøðiligt kynsskifti, greiðir Nadia Abrahamsen, stovnari, frá:
– “FIMFF leggur seg altíð eftir, at taka viðkomandi og mangan viðkvom evni upp, tí vit meta, at tað er av týdningi at tosa um tað, ið kanska ikki fær so nógv pláss annars.”
Tiltakið um løgfrøðiligt kynsskifti, er eitt samstarv við LGBT+ Føroyar. Vit fara at hoyra ymiskar serfrøðingar greiða frá, um hvat løgfrøðiligt kynsskifti er, um kyn, samfelag og lógir. Vit fáa eitt nú vitjan av Mette Ewers Haahr, sum er yvirlækni í Center for Kønsidentitet.
Eins og áður hava vit eitt samstarv við Amnesty International Føroyar, sum fer at snúgva seg um stríði í Iran. Vit fáa vitjan av Farideh Azadi og soni hennara Aydin Soei, sum er ein sterk rødd tá tað viðvíkur integratiónsspurningum í Danmark. Tey fara at greiða frá teirra upplivingum av at flýggja frá iranska stýrinum og samanbera støðuna, við tað hon er í dag. Í samband við hetta tiltakið, sýna vit heimildarfilmin, Sjey Vetrar í Tehran (En. Seven Winters in Tehran).
##med2##
Mynd frá heimildarfilminum ‘Seven Winter in Tehran’ (2023), leikstj. Steffi Niederzoll
Eins og undanfarnu ár, so er tað ein fjølbroytt skrá við bæði álvarsligum og meira løttum evnum:
– FIMFF skal vera fyri øll, og tí hava vit eisini eina fjølbroytta skrá við eitt nú barna- og ungdómssýning, tónleiki, pallborðsfundum og einari drag-verkstovu.
Til Gender Bender tiltakið í Perluni leygarkvøldið 9. september kemur hyperpopp listafólki, Falito (NO), at framføra við teirra feita elektroniska popp-tónleiki, eisini verður drag show við norsku Nabi Yeon Geisha og okkara egnu Siriously. Onnur innsløg vera eisini hetta kvøldið.
##med3##
Mynd av Falito, sum fara at framføra til Gender Bender 9. september
Setanarfilmurin, Queendom, verður hósdagin 7. september í Norðurlandahúsinum. Hesin hugtakandi heimildarfilmurin snýr seg um Gena, sum er víðgongt listafólk og aktivistur úr einari lítlari bygd í útjaðaranum í Russlandi. Á køldu gongugøtunum í Moskva, í sølumiðstøðum og í undirgrundini, mótmælir hon Putin og hansara kúgandi lógum, ið hava avleiðingar, sum Gena er noydd at góðtaka.
##med4##
Mynd frá setanarfilminum ‘Queendom’ (2023), leikstj. Agniia Galdanova
Spurd, um tað er nakað hon vil leggja afturat, sigur Nadia:
– Vit eru takksom fyri hvørt ár, vit kunnu halda filmfestivalin, tí tað er avgjørt ikki nøkur sjálvfylgja. Alt okkara arbeiði er treytað av, at vit fáa stuðul, og tí kunnu vit bara fegnast um, at vit aftur í ár hava móttikið fígging frá Nordisk Kulturfond, eisini hava vit fingð stuðul frá Almanna- og Mentamálaráðnum og Tórshavnar Kommunu. Eisini er sjálvbodna hjálpin gull verd, og hava vit á hvørjum árið skapt nýggj vinarbond við fólk, sum eisini brenna fyri filmi og at gera mun, sigur Nadia Abrahamsen at enda.
Tilber at síggja alla skránna á www.nlh.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo