Filmurin Barbie hevur nú selt fyri yvir eina milliard dollarar, tað svarar til áleið 6,7 milliardir krónur. Harvið er Greta Gerwig fyrsti kvinnuligi leikstjóri nakrantíð, sum hevur gjørt ein film, sum er so væl umtóktur, at hann hevur selt fyri so nógv.
Tað skrivar CNN.
Bert 17 dagar eftir at hann varð frumsýndur hevði Barbie selt fyri hesa upphæddina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo