Filmurin JOKER vann í kvøld fyrstu virðisløn á filmstevnuni í Venesia, hina Gyltu Leyvuna.
Havnar Bio vísir filmin 3. oktober.
Todd Phillips hevur leikstjórnað og Joaquin Phoenix hevur høvuðsleiklutin.
86 ára gamli Roman Polanski vann Stóru Dómsnevndar Virðislønina fyri AN OFFICER AND A SPY, sum er J’accuse-søgan hjá Zola um Dreyfus.
Svenski leikstjórin Roy Andersson vann Silvurleyvuna fyri OM DET OÄNDLIGA (About Endlessness).
'Joker' wins Golden Lion at Venice, Polanski drama is runner-up https://t.co/G44VG5B9wv pic.twitter.com/vggvkRqRcH
— Reuters Top News (@Reuters) 7. september 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo