Svenski filmurin ”Sameblod”, sum Amanda Kernell hevur gjørt um eina 14 ára gamla sámiska gentu, sum veksur upp í Svøríki í 1930’unum, vann í gjárkvøldið heimsins størstu filmsvirðisløn, The Dragon Award, í Göteborg, har ein millión svenskar krónur fylgja við.
Filmsfelagið boðar frá, at filmurin ”Sameblod” verður vístur á almennari sýning í Havnar Bio í mars í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo