Sjálvt um tað er avvíst aftur og aftur, fær teoriurin um, at koronavirusið kom frá laboratorium, javnan nýtt lív av fleiri løgnum hendingum samstundis.
Kontroversiellu teoriirnir byggja á eina videoupptøku hjá kinesiskum granskarum sum var tikin upp 10. december 2019 - júst sum útbrotið av koronavirusinum var í síni byrjan við miðdepli kring ein marknað við eksotiskum djórum í Wuhan.
Koronavirusið sum nú hevur latið aftur ein stóran part av heiminum, kemur upprunaliga frá flogmýsnum, sum verða tiknar undir hesi upptøkuni og laboratoriið, har granskað verður í virusi frá dýrunum, liggur bert fáar hundrað metrar frá marknaðinum í Wuhan.
Av tilvild?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo