Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmshúsið: Í hesum døgum luttaka 12 filmsfólk úr Føroyum á námsskeiði í Grønlandi.

Filmsfólkini hava í rúma tíð arbeitt við heimildarfilmum hvør sær, og endamálið við ferðini er at førleikamenna føroysku filmsfólkini, netverka og viðgerða verkætlanir sum arbeitt verður við. Eftir námsskeiðið fingu fólkini høvi at luttaka á NIFF- Nuuk International Film Festival.

Tað er grunnurin NordDok og danska Filmsinstituttið, sum skipar fyri námsskeiði. NordDok er ein danskur grunnur, sum filmsfólk úr Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja stuðul úr til heimildarfilmar.

Danska filmsinsitituttið umsitur grunnin, og hevur ein stýrisbólk, har føroyska Filmshúsið eigur eitt av trimum umboðum. Endamálið við grunninum er at lata stuðul til heimildarfilmar, ið snúgva seg um evni í londunum í Ríkisfelagsskapinum. Í alt luttóku 40 fólk úr Grønlandi, Føroyum og Danmark. Grunnurin hevur virkað í 6 ár, og gongur út 31. desember 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo