Filmhúsið: Frá apríl til juli verður stórt føroyskt mentanarátak í mentanarhúsinum Scandinavia House í New York undir heitinum Fog Swept Islands.
Filmur er eisini umboðaður, og hesaferð er tað heimildarfilmurin Heartist um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttur og hennara áhugaverdu listaverk og tilgongd, sum er á skránni.
Ein sýning er fyri innbodnum úr filmsvinnuni, skúlum, filmfestivalum og fjølmiðlafólki.
Leygardagin 13. apríl er ein almenn sýning. Báðar dagarnar verður listaprát við Sigruna Gunnarsdóttur, listakvinnu, Beintu á Torkilsheyggi, leikstjóra, og Rógva Rasmussen, framleiðara umframt Jón Hammer, framleiðara. Filmshúsið skipar fyri tiltakinum.
Úr Filmshúsinum siga tey seg vera sera fegin um at vera partur av hesum mentanarátaki, ið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Filmhúsið sær nógvar møguleikar við at luttaka til bæði filmfestivalar umframt slík mentanarátøk sum Fog Swept Islands.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo