Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Nýggi íslendski filmurin hjá spennandi leikstjóranum Rúnari Rúnarsson (f.1977), Ljósbrot, var ein av teim heilt fáu norðurlendsku, sum vórðu sýndir í Cannes í ár. Hann varð hin fyrsti í røðini Un Certain Regard.

Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið íslendska filmin, ið longu hevur vunnið virðisløn sum besti filmur í Nuuk og Oslo, og er í uppskoti at fáa Evropeisku Filmsvirðislønina í Luzern 7. desembur.

Høvuðsleikari er Elín Hall, ið er hin unga Una, sum lesur list í Reykjavík, men stríðist við sorg, sum hon ongum kann siga frá um. Orsøkin er ein annar listanæmingur, Baldur Einarsson, sum vit sóu í virðislønta Hjartasteinn (2016). Hann er Diddi. Tey eru saman og verða djúpt forelskað, hóast Diddi er forlovaður við Klaru, sum hann nú skal gera tað liðugt við.

Men Diddi kemur ongantíð aftur og Una situr einsamøll eftir við djúpari sorg, sum hon ikki kann luta við onnur, tí eingin veit av teirra sambandi.

Ilt kann bara verða verri, tá Klara kemur til høvuðsstaðin.

Norski filmsummælarin hjá NRK sigur um tað, sum víðari hendur, at ”møtet mellom de to etterlatte kjærestene slår etter hvert gnister og jager mørket på dør. Det er både varmt, gripende og vakkert.”

- Working with cinematographer Sophia Olsson, the director arranges his scenes like a painter does a still life, sigur ummælarin hjá Hollywood Reporter.

Fremsta eyðkennið í filmunum hjá Rúnari Rúnarsson er førleikin at fáa fram ektaðar kenslur hjá leikarunum.

Hann hevur fyrr gjørt filmarnar Eldfjall (2011), sum eisini varð frumsýndur í Cannes, Þrestir (2015) og jólafilmin Bergmál (2019). Filmsfelagið hevur víst teir allar. Nýggi filmurin Ljósbrot verður sýndur í samstarvi við Øst for Paradis í Aarhus við donskum undirteksti.

Tá filmurin var settur á skrá í Cannes, segði leikstjórin, at hetta var fyrsti filmur, hann gjørdi eftir koronastongsilin: “My aim was to create a narrative or image that encompasses the complex feelings on a day of losing someone unexpectedly. Reality is altered and the future changes in an instant. The film takes that moment and expands it. It unfolds in a short period of time in which the space between contradicting emotions is narrow, when laughing turns into crying, and beauty coexists with sorrow.”

Filmsfelagið 9/10 kl 20:00 Ljósbrot (When the light breaks, Rúnar Rúnarsson, Ísland 2024 82 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo