Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Nýggi filmurin hjá amerikanska meistaranum, Paul Thomas Anderson (f.1970), sum í 2008 gjørdi ”There Will Be  Blood”, ber stuttliga heitið ”Licorice Pizza”.

Hetta er mikudagsfilmurin í Filmsfelagnum 4. mai. Sýningarnar eru almennar.

Vit eru í Los Angeles í 1973, har skúlanæmingurin og barnasjónleikarin Gary verður vónleyst forelskaður í 25 ára gomlu Alanu.

Hóast tey finna saman í sonnum kærleika, eru nógv óvæntaði viðurskifti at taka støðu til og berjast við. Gary skal gera skúlan lidnan og blíva vaksin, meðan Alana skal venja seg við at vera ein av teim ordiliga vaksnu kvinnunum.

Avbjóðingin í hesi sprelsku og lívsfrísku coming-of-age-komediu er, um tey klára at stuðla hvørjum øðrum, tá harðast leikar á.

Í leiklutinum sum Gary síggja vit Cooper Hoffman, ið er sonur Philip Seymour Hoffman, sum arbeiddi nógv saman við leikstjóranum Paul Thomas Anderson, m.a. í ”The Master”. Alana Haim, sum er kend úr orkestrinum Haim, er kvinnuligi høvuðsleikarin Alana. Umframt tey bæði síggja vit eisini stjørnurnar Bradley Cooper, Sean Penn og Tom Waits.

Mikudagssýningarnar í Filmsfelagnum eru í Havnar Bio.

FILMSFELAGIÐ: 4/5 kl 20:00 Licorice Pizza (Paul Thomas Anderson, USA 2021 133 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo