Mikukvøldið 11. november kl 20 sýnir Filmsfelagið nýggja kilenska filmin El Club, sum er um burturvístar katólskar prestar í Kili. Spildurnýggi kilenski filmurin hevur fingið sjáldsama góð ummæli.
Bretska avísin The Guardian gevur filminum úr Kili fult stigatal, sum er fimm stjørnur.
Danska filmstíðarritið Ekko gevur filminum eisini fimm stjørnur. Her er danska ummælið av kilenska filminum: sí her
Leikstjóri er 39 ára gamli Pablo Larraín. Hann er gftur við Antoniu Zegers, sum spælir við filminum El Club, ið er fjórði spælifilmur frá hansara hond. Fyri nýggja filmin El Club hevur Pablo Larraín vunnið fleiri altjóða virðislønir, m.a. Silvørbjørnina í Berlin og Silvur Hugo á filmstevnuni í Chicago í ár.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Her er Facebook profilurin há Filmsfelagnum: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo