BirkBloggur: At privatir aktørar, sum vara av økinum, nú hava reist ein minnisstein um sagnarhetjuna James Bond, eins og Kópakonan, ið ikki er so langt burturi, er bara heilt stuttligt og beint fram í andanum av besta Bondfilminum Skyfall, har vit síggja ein meinlíkan gravstein, sum helst er fyrimyndin hjá kalsoyingum.
Í altjóða filmpressuni hevur Daniel Craig sagt, at eftir fimm filmum skuldi hann ikki bara gevast, men fyri sín part doyggja. So kundi sagnarfigururin halda fram í nýggjum líki, kanska sum kvinna ella við aðrari etniskari bakgrund enn eintýðugt hvítu James Bond figurarnar, vit higartil hava sæð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo