Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í valgrein sigur Annita á Fríðriksmørk, at skuldin hjá Tórshavnar kommunu er økt úr 7 mió kr í 2020 upp í 300-400 mió kr í dag, og finst hon at fíggjarstýringini í kommununi.

Um Annita ynskir at fíggjarstýra kommununa frameftir, so eigur hon fyrst at seta seg inn í veruligu tølini.

Eg kann so siga henni, at fíggjarstøðan í kommununi er góð, og sjálvandi er hon tað, vit taka eingi óráð fyri, sjálvt um tíðirnar hava verið góðar.

Røttu tølini eru, at samlaða skuldin er farin frá 254 mió til 350 mió. Av hesum er skuldin hjá Tórshavnar havn 203 mió. Sum kunnugt, so verður lánið hjá Tórshavnar havn inntøkufíggjað og tí ikki skattafíggjað.

Taka vit so kommununa fyri seg, so er skuldin hjá kommununi farin úr 12 mió til 146 mió. Hesin vøkstur stavar frá býráðssamtyktum lántøkum til umlættingar- og rehabiliteringsstovnin URD og til innkomuvegin og Húsareynstunnili, sum eisini hevur verið við til at økja um vinnustykkini í kommununi og harvið nýtt virksemi og nýggjar skattainntøkur.

Skuldina uppá 146 mió skal eisini síggjast í ljósinum av, at inntøkugrundarlagið hjá kommununi er 1,4 mia.

Hetta er sera langt frá nøkrum skuldarmarki.

So góða Annita, tá ið tú sáðar iva um fíggjarstýringina í Tórshavnar kommunu, so fert tú skeiv.

Fíggjarstýringin er nevniliga í góðum hondum, eisini íløgur og raðfestingar í vælferðina hjá okkum øllum borgarum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo