Hvussu tryggja vit búskaparligt haldføri?
Skjóta loysnin hjá Búskaparráðnum er er at hækka pensjónsaldurin, helst heilt upp á 74 ár. Alternativið, sambært ráðnum, er at hækka skattatrýstið og/ella minka munandi um almenna raksturin.
Men, nei. Vit skulu ikki hækka pensjónsaldurin til 74 ár ella skatta føroyingar 50 prosent.
Tað er grundleggjandi skeivt, at ein niðurlaging av samhaldsføstum vælferðarskipanum og rættindum, sum undanfarin ættarlið hava stríðst fyri, er einasta loysnin uppá avbjóðingina við búskaparliga haldførinum.
Vit liva longri. Talið av arbeiðstakarum í mun til samlaða fólkatalið minkar. Hetta er veruleiki, og nakað, vit verða noydd at taka í álvara.
Norðurlond hava við vælferðarssamfelagnum, ið er bygt á samhaldsfastar skipanir, tryggjað framgongd, trivna og búskaparligt haldføri í meira enn 100 ár. Týdningarmesta grundarlagið undir hesum skipanum er ivaleyst, at breiðastu herðarnir skulu bera tyngstu byrðarnar.
Seinastu árini hevur verið ein kolvelting í føroysku vinnuni. Vit hava fingið nakrar risastórar og ovurríkar fyritøkur, har inntøkurnar hava verið beinleiðis tengdar at okkara náttúruríkidømi og framíhjárættinum til at gagnnýta hetta ríkidømi.
Hesar fyritøkur eru so stórar og ríkar, og tjena so nógvar pengar, at meðan nettosølan í føroysku vinnuni seinastu 20 árini er fimm faldað, eru ársúrslitini átta faldað og vinningsbýtið 73 faldað. Tí er meginparturin av vøkstrinum seinastu árini farin í lumman hjá teimum ríkastu føroyingunum - ella útlendingum, ið eiga stóran part av hesum fyritøkunum.
So hóast henda samgongan hevur økt um bæði tøku- og tilfeingisgjald, eiga vit avgjørt at viðgera, um hesir breiðastu herðarnir ikki eiga at bera uppaftur størri byrðar.
Um tær gera tað, fáa vit bæði eitt rættvísari samfelag við minni vanda fyri, at nøkur fá keypa alt undan okkum, og kunnu lata okkara eldru borgarar sleppa at pensjonera seg í friði.
At ongin, hvørki búskaparráð ella nakar annar, nevnir, at størsta brotsgerðin móti búskaparligum haldføri, forskattingin av pensjónini, nú hevur meira enn eitt áratíggju á baki, og at tað helst kostar einar 600 mió um árið at rætta tann brølaran, lata vit standa til eina aðruferð.
Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo