Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku
Spurningar:
1. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna í heyst?
2. Hevur landsstýrið gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av arbeiðsvikuni niður í 37 tímar kostar?
3. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri almenna arbeiðsmarknaðin?
4. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri privata arbeiðsmarknaðin?
Viðmerkingar:
Samgonguskjalið sigur:
«Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg.»
Ætlanin hjá samgonguni hevur skapt kjak, og serfrøðingar hava mælt frá ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna. Eisini hava ymisk tøl verið at sæð um, hvussu nógv hendan broytingin kostar, og tey eru ymisk.
Er ætlanin at fremja hetta, er áhugavert at fáa at vita, um landsstýrið sjálvt hevur nøkur tøl fyri, hvør kostnaðurin verður, bæði fyri privata og almenna arbeiðsmarknaðin.
Á Løgtingi, 6. september 2023
Beinir Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo