Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Løgtingið samtykti í dag eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um kringvarp, sum ber í sær, at Kringvarp Føroya verður styrkt fíggjarliga komandi árini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um, at uppskotið fekk góða viðgerð, tí tað hevur sera stóran týdning fyri okkum sum tjóð at hava ein sterkan og væl riknan tíðinda- og mentanarbera. Kringvarpið hevur týdning fyri savningarmegina í landinum, fyri málið og ikki minst fyri okkara børn og ung. Kringvarpið hevur týðandi public service-skyldur, sum tryggja okkum tíðindi og sendingar, sum taka útgangsstøði í føroyskum jørðildi, og sum birta undir fólkaræðið.

- Tað hevði verið ein vanlukka, um Kringvarpið varð niðurlagað, tí vit hava tørv á einum kraftmiklum stovni, sum kann geva okkum sendingar, sum vit kunnu savnast um. Tí eri eg fegin um, at borið er á mál”, sigur Sirið Stenberg.

Lógaruppskotið merkir, at kringvarpsgjaldið hækkar við 20 kr. um mánaðin við virknaði frá 1. juni í ár. Kringvarpsgjaldið fer eisini at verða prístalsjavnað við tveimum prosentum frá 1. januar 2025, soleiðis at lagt verður upp fyri prísvøkstri.

Lógarbroytingin merkir eisini, at kringvarpsgjaldið fyri ávísar smærri virki, stovnar o.o. lækkar við 500 kr. um árið.

Kringvarpsgjaldið hevur staðið í stað í nógv ár, og lagt hevur ikki verið upp fyri øktum lønarútreiðslum og prísvøkstri í samfelagnum.

Í samgonguskjalinum stendur, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast. Nýsamtykta uppskotið sampakkar sostatt væl við tær politisku ætlanirnar, ið eru stungnar út í kortið. Fyri framman liggur eisini at styrkja privatu tíðindamiðlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo