Norðoya Sparikassi: Vitjanin hjá Fíggjareftirlitinum hevði til endamáls at gjøgnumganga øll týðandi váðaøkir í sparikassanum, undir hesum politikk, mannagongdir og stakroyndir av útlánum.
Í sambandi við gjøgnumgongdina av útlánum staðfesti Fíggjareftirlitið, at tað var ikki tørvur á meiri niðurskrivingum.
Sparikassin fekk boð um at tillaga leiðreglur fyri compliance- og váðastýring við at útgreina ársætlan og raðfesting av uppgávum.
Solvenstørvurin skuldi økjast við 0,1 prosentstigi, og hesum hevur sparikassin longu lagt upp fyri í roknskapinum fyri 3. ársfjórðing í 2022.
Sparikassin tekur frágreiðingina til eftirtektar og ger neyðugar tillagingar.
Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo