Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fifa ákærir nú Argentina fyri háðandi atburð og fyri brot á fair play-leiðreglurnar í sambandi við HM-finaluna móti Fraklandi í vetur. 

Fifa nágreinar ikki nærri, hvør hending ella hvørjir leikarar talan er um hjá argentinum, men tað var serliga málverjin, Emiliano Martinez, sum kom í andglettin eftir dramatisku finaluna.

Villa-maðurin varð eftir dystin kosin besti málverji í kappingini, og eftir at hann hevði tikið ímóti gylta handskanum, helt hann handskanum frammanfyri kynsgøgnunum hjá sær við einum argandi andlitsbrái út móti áskoðarunum á Lusail-leikvøllinum. 

- Eg gjørdi tað, tí at fraklendingar róptu háðandi eftir mær. Hugmóð passar mær ikki serliga væl, segði Martinez sambært miðlinum RMC um margháttligu hendingina.

Tað skuldi longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn Argentina kundi kalla seg heimsmeistara.  Aftaná 120 minuttir høvdu bæði Argentina og Frakland skotið trý mál hvør, men í brotssparkskappingini var suðuramerikanska liðið stinnari og vann 4-2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo