Tórshavnar kommuna: Mánadagin 24. juni 2024 byrjaði fjarhitagrevstur tvørturum vegin beint við rundkoyringina á Frælsinum.
Arbeiðið hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður úr og til Jóanesar Paturssonar gøtu tvørturum rundkoyringina á Frælsinum.
Hetta er galdandi frá mánadegnum 24. juni til mánadagin 1. juli klokkan 8, og í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J.C. Svabos gøtu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo