Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Ferðastuðul

Spurningar:
1. Ætlar landstýriskvinnan at prístalsjavna ferðastuðulin?

2. Hvussu nógvir føroyingar pendla til og frá arbeiði meira enn 20 km dagliga?

3. Hvussu nógv % av teimum, sum pendla til og frá arbeiði, brúka hesa stuðulsskipan?

Viðmerkingar:
Nógvir føroyingar ferðast, eftir føroyskum mátistokki, langt til arbeiðis. Hvussu nógvir teir eru í tali, hevði verið áhugavert at vitað.

Ferðastuðulin hevur ikki verið prístalsjavnaður síðan 2016. Hesi seinastu 8 árini er inflatiónin økt nógv. Olju- og bensinprísirnir eru vornir dýrari, umframt at avgjøldini eru hækkað.

Hetta ger, at ítøkiligi stuðulin er minkaður í virði. Pendlarar, sum koyra ella sigla langt til og frá arbeiði, hava tískil minni pening um hendi í dag.

Ein javning av ferðastuðlinum kann tí verða neyðug. Fyri at fáa at vita, hvat landstýriskvinnan ætlar at gera, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 31. januar 2024
Jóhannis Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo