Eitt stórt skip sum skuldi koma á Havnina í morgin hevur avlýst, tí skipið verður ikki bundið við kai, frættir VP. Vanliga eru tað limir í feløgunum í verkfalli sum gera tað arbeiðið, og tað hevur ikki borið til at fáa semju við feløgini um, at hetta kann gerast hóast verkfallið.
Skipið hevur nógv 100 ferðafólk umborð, og ætlanin var, at tey skuldu kring landið at gera útferðir. Hetta verður nú av ongum.
Sostatt missa bussar, ferðaleiðarar, umboðsfólk og tey sum annars skipa fyri inntøkur, eins og Havnin missir havnarpengar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo