Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Uni Danielsen stjóri í Vágatunlinum var frammi í miðlunum herfyri. Tað er sum við lunda á jólanátt. Ógvuliga sjálvsamt. Men nú var stjóralønin aftur í vanda.

Hann vildi vera við at tað var alneygðugt at taka eitt ferðagjald millum 10-15 milliónir inn um árið fyri at bera kostnaðin av Vágatunlinum.

Mett á ár er streymnýtslan 700.000 kr.

Tað koyra í miðal 950.000 bilar gjøgnum tunnilin.

Gjaldið kundi soleiðis verið niðanfyri eina krónu fyri túrin aftur og fram fyri allar bilar uttan mun til stødd.

Til tygara kunning vil eg upplýsa at kostnaðurin í dag er 100 krónur fyri bilar niðanfyri 3500 kg, og 300 krónur fyri bilar omanfyri 3500 kg, uttan hald.

Neyvan er støddfrøði størsta dygdin hjá Una Danielsen.

Starvsfelagin hjá Una Danielsen, Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyartunlinum skal fáa stór rós frá mær.

Teitur situr við einum nýggjum kostnaðarmiklum tunli, og har eru alskins avsláttarmøguleikar – nakað Uni Danielsen ikki megnar at finna!

Kanska tíðin er komin at skifta stjóra í Vágatunlinum!

Smyril er útgoldin og skuldi tí ikki havt tørv á nøkrum ferðakostnaði vil onkur vera við.

Tað man ikki vera inntøkurnar av ferðagjøldunum, ið hava goldið hetta skip.

Á fíggjarlógini vera fleiri enn 50 mió. settar av á hvørjum ári til Smyril. Tað skuldi ikki verið neyðugt um ferðagjaldið stóð mát við ferðakostnaðin av rutuni.

So um Bjarni Hammer tingmaður vil hava, at tað skal vera líka fyri øll, so má ferðakostnaðurin hækka munandi um suðuroyarfjørð.

Meðan politikkararnir í teimum ymsu landspørtunum í Føroyum berjast sum úlvar á skóg fyri at verja sítt valdømi, so verja umboðini fyri sambandsflokkin í Vágum tollmúrin kring oynna.

Eivin Jacobsen valevnið fyri sambandsflokkin í Vágum hevði herfyri eitt skriv har hann hálovaði tollmúrinum, og tað gagn hesin múrurin ger fyri vágatunnilin.

Sambært Eivin Jacobsen hevur tunnilin til allar tíðir sæð út sum nýggjur. Hann kann ikki hava koyrt nógv gjøgnum vágatunnilin.

Burtur sæð frá at onkur pera er skift, og vegflatan fekk nakrar ófantaligar bøtur, er einki viðlíkahald gjørt í Vágatunlinum.

Tað var eftir at Norðoyatunnilin fekk eina uppshining at onkur kom í tankar um Vágatunnilin.

Eivin Jacobsen hevur hug at samanbera Gásadalstunnilin við Vágatunnilin eftir at tollmúrurin er fallin.

Í Gásadalstunlinum eru nærum ongar lampur undir loftinum, einki útvarpssignal, og víkiplássini eru ikki asfalterað.

Hetta kann illa koma undir aldur ella manglandi viðlíkahald.

Gásadalstunnilin hevur ongantíð átt nakran góðan. Hann bleiv so dánt skotin ígjøgnum.

Illar tungur vilja vera við, at hevði lendið Gásadalsmegin ikki givið seg sjálvt, so var ongantíð komið ígjøgnum fjallið.

Vegaføringin til og frá tunlinum er ikki egnað at koyra eftir, og har er ikki hugsað um ferðslutrygd.

Gásadalstunnilin er ikki farin við tíðini, hann kom ongantíð á mál, og var ongantíð liðugt gjørdur!

Eivin Jacobsen hevur sitið á Føroya Løgtingið, uttan at kunna virka fyri at Gásadalstunnilin var liðugt gjørdur.

Tað skommina nýtist honum ikki leggja á viðlíkahaldið hjá Landsverk.

Tað tykist sum dagskráin hjá Sambandsflokkinum er at halda eitt jarntak um Vágoynna.

Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, noktaði at fylgja samgonguskjalinum, og legði uppskotið hjá Jørgen Niclasen í lakakaggan.

Eivin Jacobsen spælir leiklutin sum trojanski hesturin, sum um hetta er nakað vágafólk standa saman um.

Til Løgtingsvalið 19. aug. 2019 fekk sambandsflokkurin 600 atkvøður í Vágum. Tað er knapt 30% av teimum, ið fóru á val.

Spennandi verður at síggja hvussu býtið millum flokkarnar verður til komandi val, ið skal vera hildið í seinasta lagið um eitt ár.

Ein atkvøða fyri Sambandsflokkinum er ein atkvøða fyri at halda jarntakið um oynnað.

Høvuðstaðarpressan kom enn einaferð við eini fólkateljing, ið vísir at meirilutin av føroya fólki er ímóti at avtaka tollmúrarnar til vestur-, og norðurøki.

Hevur tað nakrantíð verið ein fólkteljing ið spyr um gjald á brúnna um steymin?

Eg havi bert hoyrt ein sum sigur seg vera fyri at hava gjald um brúnna um streymin, og tað er Heðin Zachariasen fyrrverandi borgarstjóri í Sunda kommunu!

Er so nakað hald í hesum tillagaðu “fake news” kanningunum hjá høvuðstaðarpressuni.

Kann nakar verðuliga vera fyri hesum tollmúri og hví?

Hvør leggur í eitt meirgjald á veganetinum.

Lat okkum síggja.

Ein hýruvognur vinnur fleiri túsund krónur um mánaðin við at selja tunnilsbillettir til tey ferðandi!

Hr og Frú Hansen sum bæði ferðast saman gjøgnum tunnilin til arbeiðis hava vinning av keyptu billettini, tí har er afturberingin størri enn íløgan í billettina!

Bilútleigarar selja tunnilsbillettir við risa vinningi til ferðafólkini, ið leiga sær bil!

Her vera bara nøkur nevnd, helst eru tað onnur sum ríka seg við hesum tollmúri.

Men tá øll hesi hava vinning av ferðagjaldinum, hvør er so trupulleikin, kanst tú spyrja?

Trupulleikin er at vinnan í Vágum skal um henda tollmúrin, kanska fleiri ferðir um dagin à 100 krónur fyri túrin.

Jú, men tað kann vinnan turka upp á viðskiftafólkini – ikki sannheit!

Men hvussu er tá TÚ skal taka støðu til tveir kostnaðir fyri sama arbeiði, ein hægri og ein lægri – hvønn velur tú?

Sólbjørn Kjærbæk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo