Fjarhitafelagið: Fjarhitafelagið hevur fingið til vega eina føroyska fíggingarloysn, har Betri Banki og Betri Pensjón koma at fíggja víðarimenningina og útbyggjanina av tí grøna orkuskiftinum hjá Fjarhitafelagnum í Tórshavnar kommunu.
Fíggingarloysnin ber við sær, at tað kemur ferð á at útbyggja fjarhitanetið.
- Vit eru sera fegin um at hava fingið eina haldgóða og trygga loysn við einum føroyskum banka og pensjónskassa við góðum treytum, sum gera, at vit kunnu halda fram at útbyggja grønu orkuveitingina komandi árini, sigur Tróndur Sigurðsson, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.
Næstu árini skulu einir 5000 bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hita frá steinolju til burðardyggar hitaskipanir.
Tað eru góð 10 ár síðan, at byrjað varð at leggja fjarhita í kommunalar bygningar. M.a. kunnu nevnast at Svímjihøllin í Gundadali, Musikkskúlin, Skúlin á Fløtum, Glasir og nógvir stovnar annars eru á fjarhitanetinum.
Gistingarhúsini Hotel Brandan og Hotel Hilton hava eisini fingið sær fjarhita.
Komandi tíðina skulu m.a. Gundadalshøllin, Fimi og Landsjúkrahúsið knýtast í fjarhitaskipanina.
- Hendan avtalan er í tráð við okkara virksemi annars, har vit leggja dent á burðardyggar íløgur, og vit eru tí eisini sera glað fyri at viðvirka til at flyta Føroyar á eina burðardygga leið, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.
Ætlanin er, at í 2027 skulu øll oljufýr hjá Tórshavnar kommunu vera skift út við grønar orkukeldur.
Tað merkir, at CO2-útlátið verður minkað við eini helvt í mun til 2016. Í løtuni eru umleið 1.700 brúkarar bundnir í fjarhitaskipanina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo