Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Humanity in Action Danmark: Hvørja ávirkan fær vaksandi áhugin fyri Arktis á samstarvið í Ríkisfelagsskapinum? Fara Føroyar og Grønland at gerast meiri sjálvstøðugar tjóðir við tíðini, ella skal Ríkisfelagsskapurin styrkjast?

Mánadagin 24. august kl. 16 skipar mannarættindafelagsskapurin Humanity in Action fyri almennum pallborðsorðaskifti um framtíðina hjá Ríkisfelagsskapinum í Keypmannahavn.

At kjakast um evnið koma Sjúrður Skaale, umboð fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi og formaður í arktiska arbeiðsbólkinum, Aki-Matilda Høegh-Dam, umboð fyri Siumut, og Martin Lidegaard, fyrrverandi danskur uttanríkisráðharri og umboð fyri Radikale Venstre.

Eftir pallborðsorðaskiftið svara tey trý fólkatingsumboðini spurningum frá áhoyrarum, eitt nú um veðurlagsbroytingar, mannarættindi og samleika.

Fyri at minka um vandan fyri coronasmittu, er luttøkuplássið avmarkað, og er tí neyðugt at skráseta seg sum luttakara. Sí leinkið niðanfyri.

https://humanityinaction.wufoo.com/forms/z1k7dpea01swe4o/

Tiltakið er alment og ókeypis og verður á enskum.

Humanity in Action er ein altjóða mannarættindafelagsskapur, sum virkar fyri at útbúgva ung í Evropa og USA í mannarættindum, sosialum rættvísi og minnilutarættindum. Tiltakið er liður í eini røð av almennum tiltøkum, sum felagsskapurin skipar fyri í Keypmannahavn í august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo