Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hjólhesturin er ikki sveinurin, ið hevur fylgt mær longst á lívsleiðini. Seinast eg veruliga hevði saðil undir dintlinum, ein styttri túrur á Ven - á Oyrarsundsleiðini - í summar, er undantakið, var táið vit bæði konan settu okkum fyri at aka eftir somu og fyrstu slóðini eg sjálvur varð fluttur, í beybi-lyftu, - lítið meiri enn komin úr móðurlívi á sjúkrahúsinum í Ærøskøbing. Maritimi risin Marstal bleiv eftir tað fyrsti heimstaður mín. Gitni býurin, har rættir menn lærdu at stýra skipum, og har sum kendi guerillaleiðarin í Klakksvík, Fischer Heinesen, einaferð var sjefdomptørur. Men hetta var nú alt fram eftir sløttum. 23 kilometrar aftur og fram. Onki bragd. Skrivaði kortini eina ferðafrásøgn til Sosialin um ferðina, táið gamlar slóðir vórðu eltar, men har bleiv ikki kavað djúpt, sálin varð nóg illa frekventerað, bara dagdvølja og vikuskiftislesnaður.

Stutt eftir næstseinasta aldarskiftið – í 1903 – byrjaði kenda hjólhestaferðin Tour de France. Aftur í ár hava teir traðkað í pedalarnar við allari megi. 198 menn, skiftir á 22 lið, umboðandi 32 tjóðir, fóru sum fok allan tann drúgva teinin úr Düsseldorf í Týsklandi inn í heimsins byltingarhjarta – París. Í 21 skiftum, um dalar og fjøll og fram eftir sløttum, endurvann Christopher Froome franska túrin. Hann er barnvaksin í Nairobi í Kenya, flutti seinri til Suðurafriku, men í 2008 gjørdist hesin 32 ára gamli hjólhestamaðurin bretskur ríkisborgari. Um hann hevur hugsað um at skriva eina frásøgn frá ferðini, har hann syftur eina flá fyri og aðra eftir upp við rót, á veg niður í egið sálardýpi, veit eg ikki. Túrtraðkararnir eru nú mest kendir fyri at svika við eitrandi evnum, ein gøla fyri og onnur eftir, har hættisligt stimbur fyribils, bara fyribils, hevur sett teir í sólarglæmuna og fyri kameralinsurnar. Umrøðan av dopaðum vinnarum, hesi seinastu nógvu árini, minnir okkum á gitnu orðini hjá Andy Warhol: ”In the future, everyone will be world-famous for 15 minutes.” Eitt lítið blunk í kosmos, síðani foyktist alt burtur sum døgg fyri sól. Kanska er hin fryntligi Chris eitt undantak. Tað kendist í øllum førum soleiðis, táið hann kátur trillaði omaneftir Avenue des Champs-Élysées fyrr í summar, eftir at hava spolað áleið 3 túsund kilometrar aftur í hjólslóðina.

Tað frættist onki um brotnar næsar á franska túrinum. Onki fractura nasi. Onki brotið næsarbein. Men kanska hava teir, hjólhestamenninir, kortini brotið næsar fyri onkra sak, tað fólkaslagið finst enn, kortini ikki undir hvørjum steini longur, nú alt er endað í yvirskriftum og fake-news. Manipulatiónum og journalistiskum turvelvandi drøggi. Stikini eru fallin og lurtarar, lesarar, ja, allir heimsins borgarar, ána ikki longur hvat ið vendir upp og hvat ið vendir niður í hesum heimi, heldur ikki í Føroyum. Hespandi skíggin á snildfonum og teldlum er einasta andaliga føðin, tíðindini líkjast ternu, ið skjýtst á egg, koma og fara, uttan at nakar gevur sær gætur um hvat tað var sum hendi. Snøggliga arbeiðstíðin, nágreina í sáttmálum, og avspaseringar, eru av størri týdningi enn royndin journalistiskt at fata, hvat ið veruliga gongur fyri seg m.a. niðri í politiska maskinrúminum. Mikrofonhaldaríið og vanligt leti gjørdust ein fusionerað virus, sum át bæði stik og steyrar, og eftir situr borgarin, sum hvørki veit út ella inn. Sleptur upp á fjall. Hansara koddi er fyltur við bryggjaðum dúni, og makthavarnir hava ongantíð verið longur burtur frá luppinum enn nú. Vælferðin er bara stutttíðar tímilig, tí andaliga vælferðin er skjótt dragnandi og kemur við tíðini at eta tíman upp í sín egna búk.

Mitt í hesum yvirfladiska meldrinum stingur ein merkiligur knokkur seg uppúr rúgvuni. Hann ynskir ikki at liva sum veingjaskerdi fuglurin hjá Heinrich Böll. Drátturin stendur til at fara um mørkini, drívmegin í honum ger, at hann brýtur næsar. Ein frummegi, sum framvegis býr í onkrum, sjálvt í okkara konformu tíð. Hann uppfinnur sín egna hjólhestatúr, Tour Les Îles Féroé, ella har á leið. Á damusúkkluni hjá dóttrini Lý hevur hann sett sær fyri at vitja allar 18 oyggjarnar í móðurlandinum. Allar bygdirnar við. Og hetta er ein unikkur fyri ikki at siga genialur tanki, sum bara kann vera syftur úr einum mikið samanskrúvaðum skalla. Tí ongin hevur hugsað hann áður. Hugsanin er so finurlig, at tú í fyrstuni heldur hana vera tápuliga, men so hvørt sum skorið verður inn á bein, skilur tú, at hetta er djúpur álvari, kryddaður við kátum speii og snøggum og skemtiligum anekdotum.

Hann er ikki kendur fyri at ganga í takt, og eftir øllum at døma ganga cylindararnir heldur ikki í takt inni í kraftarverki hansara. Skeinur eru á onkrum stempulringi, misljóð eru og motorurin lekur nakað av smyrjolju, - hann hevur stríðst ov nógv í skiftandi líkindum frá barnsbeini. Maðurin, sum ikki hevur brotið nøsina, men er næsabrótandi, eitur Høgni. Mohr. Hann kom bóltandi inn í hendan heimin byltingarárið 1968, júst eitt ár eftir at bolivianski herurin skjeyt rifluna hjá Che Guevara av um tvøran, tók kenda partisanin, og avrættaði hann sum ein hund á einum betonggólvi í einum skúri í La Higuera dagin eftir. Høvundurin stendur harvið í eini byltingarglæmu, føddur undir tí stjørnuni, og tað er ein øgilig bylging og bylting í hesi sálini, sum súkklaði 13 hundrað kilometrar á dámusúkklu á sumri 2016 í skiftandi veðri. Maðurin, sum ikki trívist við at elta onnur, men stýrir eftir egnari kumpass, er annars maskinsmiður. HFari. Útflutningstøkningur og ikki minst kendur sum journalistur á Sosialinum, Dimmalætting, Fregnum og Kringvarpi Føroya. Hann var beiggi fólkaheilsumannin Magna Mohr, gjørdist seinri hálvbeiggi hansara, og synd er at siga, at teirra áskoðanir um lívsins leik og viðurskiftir liggja í einum harmoniskum ljóðlagi. Báðir vitbornir menn, beiggjarnir, men meðan annar krystaliserar og umboðar forboðssamfelagið, anti dittin og anti dattin, har ongin má roykja, drekka og bara eitt evarska lítið spikpetti er vandameiri enn eitrið, sum Túr de fransarnir vanliga súpa í seg, hálar Høgni allar forboðssteyrarnar upp úr svørðinum. Hann er markleysur. Trívist ikki við uppfunnum mørkum, sum onnur royna at seta upp fyri honum. Hann fer um hvørja forðing, heilt har út sum vindar venda og orka broytir skap. Brøðurnir eru ymiskir, hava fyri helvt ymiskt upphav, men fyri tað kunnu teir hava eitt liðiligt samskifti, soleiðis er tað ofta.

Eri so merkiliga samdur við hesum vágbinginum við eyðkendu røddini. Fyri tað kundi eg havt skrivað hesa bókina sjálvur, hevði eg orka at súkkla hasar 13 hundrað kilometrarnar um dalar, fjøll og røkur. Og onkursvegna haldi eg meg altíð hava kent hann, ikki soleiðis, at vit hava sitið lørini av hvørjum øðrum, til tað eru árini ov mong ímillum – 13 ár og éin dagur. Men eg minnist at hesin spelkni og bragdligi óvitin, við krunkasvarta krúllinum og blaktrandi og livandi eygunum, plagdi at vitja í Gróðartúni í Syðrugøtu. Kona ein av mammubeiggjum mínum er úr Kollafirði, av Hamraslagnum, slektað úr Homrum, og hon er ommusystir Høgna. Vit eru ikki í slekt – men slektaðir við tey somu fólkini. Høgni er trímenningur við børnini hjá mínum systkinabørnum. Seinri hava vit hitst javnan, serliga í havnargøtum, táið man fekst við landspolitikk, og ikki minst tá vit stríddust við at fáa Fregnir á gøtuna einaferð um vikuna. Hóast vit ikki eru lívfrøðiliga slektaðir kennist tað næstan sum at onkur skyldskapur er kortini. Tað eru tær ófriðaligu sálirnar sum eru skyldar, og skýggjanin fyri forðingum, hóast hesi hava havt ymiskar og umskiftiligar umstøður at liva undir síðani eksitentiella exittið úr móðurlívi.

Hóast eg havi lisið nógvar bøkur, so kann eg ikki vita hvat ið ein høvundur hugsar, táið hann setur skjøtulin á verkið. Hóast tú ikki trívist innanvert karmar, so má onkur strukturur vera. Tað er sum í knattspyrnuleiki, vøllurin má kálkast fyri leik. Í so máta er ferðafrásøgnin eitt gyrðið mát og mál. Høvundurin eigur meiri frælsi enn í øðrum littererum modellum – og tað líkist Høgna. Lunnarnir í ferðafrásøgnini geva søguni og kynstrinum ferð, nógva ferð, og hetta í sær sjálvum ávirkar lesaran, spurningurin er bara um tivandi høvundurin orkar at spela aftaná sær sjálvum.

Ferðafrásøgnin er væl dámd sjangra, eisini, ella kanska serliga, í Føroyum. Tá tú situr á lítlari geografi er forvitni eftir frásagnum uttan úr heimi væl størri enn hjá íbúgvum í størri londum. Hetta havi eg m.a. staðfest í USA, Sovjetsamveldinum og í Fraklandi. Og sjangran er gomul. Tey flestu hava hoyrt um ferðina hjá Odysseus, sum meginskaldið Homer yrkti um, og sum Kristian Osvald Viderø flutti yvir á sína egnu føroysku tungu, Kviða Odyssar, og tí er tað helst, at hon ikki enn er komin almenninginum til gagns og høldar. Javnaldur Høgna – Bergur Djurhuus Hansen – eisini úr vágsbergi brotin – hevur vísindaliga granskað ferðafrásagnirnar hjá júst Viderø presti og høvundi - og vart ritgerðina til doktaraheiti.  Bergur sigur, at ferðafrásøgnin er eitt tekstslag undir sjálvari sjálvsævisøguni, t.e. - samsvar er millum rithøvund, frásøgufólk og høvuðspersón. Tað er harumframt eitt grundleggjandi innihaldsligt krav til eina ferðafrásøgn, at hon lýsir eina ferð, men ikki einans tað. Ferðafrásøgnin skal eisini lýsa, hvussu ferðin ávirkar tann ferðandi, t.e. rithøvundin. Ein ferðafrásøgn kann í veruleikanum snúgva seg meir um tann ferðandi enn um sjálva ferðina. Ein ferðafrásøgn er ein afturlítandi frásøgn um eina ferð, sum rithøvundurin hevur verið á.

“Sig mær songdís um mannin hin roynda, sum fjaðkaði víðan”. So vakurt kann tað ljóða á viderøskum máli, tá flutt verður frá grikskari yvir á føroyska tungu. Føroyingar eru væl fyri við ferðafrásagnum. Frægir høvundar løgdu seg partvíst eftir hesum skaldsliga sniðinum og gitin er m.a. Sibiruferðin hjá Sigerti Patursson. Kortini var tað skálvíkingurin K.O. Viderø sum fyrstur gjørdi mær stóran mun. Eg fór sum tey flestu trilvandi fram ígjøgnum tær fyrstu 30 blaðsíðurnar, men tá var sloppið, og síðan havi eg lisið Ferð mín til Jorsala fleiri ferðir. Seinri komu tær sum perlur á snóri: Á Suðurlandið, Frá landi á fyrsta sinni, Ferð mín til Damaskusar og aðrar frá sama høvundi. Eg kenni meg knýttan til hendan skaldskapin, hann er farin inn undir húðina og skallabeinini og huglagið, at kenna seg at hava slept tyngdarmegini í málsliga universinum hjá fræga skaldinum, er hjartanemandi. Man kennir seg sum ein frælsan akrobat sveiggjandi í andans fimleikahøll.

Seinri dagaðu onnur stórskald fram á pallin. Fenomenala ferðafrásøgnin Í Grønlandi við Kongshavn, hjá Magnusi Dam Jacobsen, eitt rættiligt markaskifti í føroyskum skaldskapi, er tugd og tanlað fleiri ferðir, og hon er ódeyðilig. Ein onnur framúr ferðafrásøgn er Undir suðustjørnum hjá Gunnari Hoydal. Og í dag kom so Fractura nasi á marknaðin.

Bókin tykist snúgva seg um eina hjólhestaferð í Føroyum. Kring um allar oyggjar og bygdir. Men eg havi varðhugan av og skálkin við, at súkklutúrurin ongan týdning hevur sum so fyri høvundin. Hann er væl fyri kropsliga, er ein súkklandi býarmynd í høvuðsborgini, tí er ferðin sjálv ikki avbjóðingin. Hann hevur leingi stríðst við ov nógv viðføri, sum hevur ligið tungliga omaná sálini, og hendan frálíka ritroyndin, á saðlinum hjá Lý, gevur honum møguleika fyri at seta orð á grundleggjandi frustratiónir og at varskógva um viðurskiftir í samfelagnum, sum hann hevur greiðar hugsanir og meiningar um. Viðurskifti, har rot er farið at gera um seg, tí sneitt er av umhugsni og professionalismu. Fakligheitin foykist og alt er bara endað sum ein lítil streymbøllur í vatnskorpuni.

Fractura nasi er ein av hesum bókunum, sum tú ikki sleppur burturúr aftur, hevur tú fyrst sett teg á bagasjuberaran á hjólhestinum hjá Lý. Hvørja løtu eitt bil er tøkt, setur tú teg við henni - haðartil hon er lisin á tamb. Hon rykkir í teg, tí søgurnar, sum syftast um súkkluna, eru so viðkomandi og góðar. Bókin kennist eisini autentisk, hóast Høgni til endans sigur, at tað kann vera neyðugt at penta seg fram til onkra nýtiliga tvørsøgn.

Høgni slær við stórum líggja. Nógv mál verða tikin upp, men eg havi kensluna av, at serliga málið um hansara egna upphav er tað, sum hevði størsta týdningin fyri hann at seta orð á. Hetta er tíverri ein afturvendandi trupulleiki, at foreldur ikki siga sínum børnum frá rætta lívfrøðiliga samanhanginum. Upphavinum. Og sum danir plaga taka til: “Der skal kun en lille dråbe til - for at gøre en stor fodboldspiller.” Eftir at tað er gingið upp fyri honum, at pápin ikki er veruligi pápin, og hann finnur biologiska upphavið, legst mikil kvøl inn í sál hansara. Kvølin gerst húsvand, og heldur fram við at órógva, dag og dagliga, og eg kann hugsa mær, at tað hevur verið eitt tungt tak at skriva hesa bókina, serliga partin um innanskerja stríðið av faðirskapinum, men kanska smíðaði hann við bókini sjálvur ein psykologiskan ventil, har ringa luftin kundi sleppast út til eina kollektiva ogn hjá okkum øllum. Hartil er hetta latið í ein djarvan skaldskap, har tað ongantíð verður farið um mark.

Miðlarnir fáa av grovfílini. Hann kennir teir innanífrá, og hann er serliga eirindaleysur við Kringvarp Føroya. Metodurnar tey brúka eru ikki í lagi, hóast tey áttu at vita betri. Fokus er ofta á tí óviðkomandi, og letið ger so nógv um seg, at public service ikki snýr seg um hvat lurtarin ella hyggjarin av røttum skal vita, men meiri um subjektiv sjónarhorn, sum eru ætlað at tæna onkrum ráki, sum tíðindafólkini sjálv eru partar av. Hetta er sjónarhorn, sum fólkið, vit sum gjalda, hava gott av at hoyra, og eiga at hoyra um, og sum ongin annars torir at nema við eini eldtong, tí tað kann hevna seg aftur í almennu mikrofonini. Ein útsøgn um hetta finst í bókini. Bókin osar av frælsum tanka og synd er at siga, at høvundurin er ráksnúningur ella ein veðurhani, tí hann gongur púra óræddur beint inn í orkanirnar, sum ein annar Djengis Khan á heiðini, sum ongantíð krokar. Ein stríggin súkklutúrur og treystu meiningarnar, sum ganga ímóti øllum tí smarta og tómliga kommerciella, renna onkursvegna saman, í eini felags teiming, sum ger bókina so ófatiliga spennandi at lesa.

Skemtiligu anekdoturnar eru væl vigaðar inn í høpið, og fleiri av teimum fær lesaran at bresta útúr, hóast hann er einsamallur undir ljóðaranum. Einaferð stendur hann og kastar sær av vatninum niðri á støðni á Hvítanesi. Í havsbrúnni hómast Raktangi og Strendur, og tá fer hann sjálvandi at hugsa um ítróttarfelagið Stráluna. Ein abbabeiggi hansara í Vági var eyknevndur Seyðarhøvdið, og hvørja ferð hann bar eyga við hann, gjørdist hann gorhungraður. Langomman í Kollafirði hevði sett sær fyri at doyggja á Ólavsvøku, Petur Reinert, sálaður eiðislækni, kom á gátt, og segði reystmæltur við hesa gomlu: “Tú doyrt ikki kvøld(!)” Fólk ætlaðu sær jú til Havnar at halda tjóðarhátíð. Ein onnur er um Regin á Bakka, táið hann eitt kvøldi ringdi inn til Gekkin, tí hann hevði fulla plátu, - hana eiga tit kortini til góðar. Ein søga er eisini um eina konu í Vági, sum hevði so ólýsiliga stórar boppur, tær gjørdust bara trivaligari við árunum, at táið hon fór til mammografi skanning á Landssjúkrahúsinum í Havn - sló Sundsverkið út. Og so var tað vágbingurin, sum hevði fingið peysmeykara settan í bringuna, ein dagin hevði hann sett battaríið skeivt í orkuhaldaran, og tað hevði við sær, at hann bakkaði ígjøgnum Vágsbygd í ein heilan dag. Hetta var bara ein evarska lítil brellbiti av nógvum.

Málsliga er bókin hendinga væl frágingin. Høgni dugir føroyskt mál betri enn tey flestu. Orðfeingið er óvanliga ríkt, og so dugir hann so ómetaliga væl at spæla sær við amboðunum í móðurmálinum. Sum nakað sjáldsamt í okkara tíð havi eg ikki funnið eina stavivillu í bókini, og tað er balsam, tí tað, saman við bendingarskeikli, er vorðið ein hóttan ímóti evsta undirstøðukervi okkara - móðurmálinum.

Ein er ikki sørur, er man komin í klassan hjá K.O. Viderø, Magnusi Dam Jacobsen og Gunnari Hoydal, og Høgni Mohr hevur otað seg uppí hesa kategoriuna við hesi bókini. M.A. Jacobsen nevndarlimirnar fáa tað stríggið, við at argumentera seg frá at geva Høgna Mohr heiðursløn fyri fagrar bókmentir. Viderø fekk onga heiðursløn, bara ein ískoytisheiður, mest av tí, at vektingarfólkini ikki vitstu hvussu ferðafrásøgnin skuldi klassifiserast, tað vita tey nú, tí skuldi tann avgerðin ligið til høgra beinið.

Gitin er søgan um samrøðuna ímillum urtagarðsmannin og heimsgitna heimsspekingin Arthur Schopenhauer. Urtagarðsmaðurin kendi hann ikki, táið teir hittust, og spyr: ”Hvør eru tygum?” Filosoffurin svaraði: ”Ja, hvør eri eg eginliga? Høvdu tygum kunna sagt mær, hvør ið eg eri, hevði eg verið tygum æviga takksamur.” Høgni Mohr hevur í stóran mun sagt okkum søguna sum ger, at vit nú kenna lagnu hansara, sorgarsøguna, og síggja væl djúpari inn í sál hansara. Fractura nasi kundi fyri tað havt heitið Ferð mín inn í sálardýpið.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo