Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Avskrivingar fyri smærri íbúðarbyggingar

Spurningar:
1. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan fyri sær, um markið í avskrivingarlógini verða tillagað soleiðis, at smærri íbúðarverkætlanir – til dømis 4 eindir – kunnu verða avskrivaðar eftir somu reglum sum íbúðarverkætlanir yvir 10 eindir?

Viðmerkingar:
Vinnuhúsið hevur ført fram, at tað er ein forðing fyri bygging av íbúðarverkætlanum hjá smærri fyritøkum, at tað ikki eru somu avskrivingarreglur fyri verkætlanir uppá 10 eindir ella meira, sum tað eru fyri verkætlanir við færri enn 10 eindum. Vinnuhúsið leggur upp til, at hetta talið verður broytt, so tað til dømis verða 4.

Tað tykist sum, at alt samfelagið viðurkennir stóru bústaðaravbjóðingina, og tí er áhugavert at vita, um nakrir møguleika liggja í hesum tankunum, ella um tað eru negativar avleiðingar, sum hava við sær, at hetta ikki er vert at fara nærri inn í.

Á Løgtingi, 8. november 2024
Eirikur í Jákupsstovu

Svar:
Eftir galdandi lóggávu kann skattlig avskriving ikki verða gjørd fyri útveganarvirði á bygningum, sum verða nýttir til bústað. Fyri bygningar til útleiging við minst 10 íbúðum kunnu skattligar avskrivingar gerast við upp til 7% av útveganarpeninginum fyri útveganarárið og 9 næstkomandi árini og síðan við upp til 2% hvørt av fylgjandi inntøkuárum.

Løgtingslóg um skattligar avskrivingar er frá 1971, og seinasta broytingin varð gjørd í 2001. Tørvur er á ymiskum dagføringum.

Landsstýriskvinnan er sinnað at endurskoða treytirnar fyri at avskriva íbúðarbygningar hjá teimum, sum byggja smærri bústaðareindir til útleiging, og undir hesum at viðgera, um markið á 10 íbúðir framvegis er hóskandi.

Arbeiðið at dagføra avskrivingarlógina er byrjað, og ætlandi verður lógaruppskot lagt fyri tingið í komandi ári.

Tinganes, 19. november 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo