Í 2017 hevur átakið FERÐAST GRØNT skipað fyri tiltøkum kring bleyta ferðslu. Endabresturin á ársins átaki verður fríggjadagin 22. september, tá ið vit FERÐAST GRØNT og skipa fyri Hjólvelting saman við Føroya náttúru- og umhvørvisfelag og Fólkaheilsuráðnum.
Øll sløg av hjólum er hjartaliga vælkomin oman á Vaglið fríggjadagin kl 16:00. Hjólveltingin fer síðan út á Argjaboða og aftur á Perlutorgið har FERÐAST GRØNT bjóðar til eina hugnaliga løtu við tónleiki og einum lættum bita afturvið.
Hvat er hjólvelting?
Íblásturin til hjólveltingina, sum tiltakið rópast, stavar frá franska hugtakinum La vélorution, sum er eitt orðaspæl millum velo, sum merkir súkkla, og révolution, sum merkir kollvelting. Talan er um eina rørslu, sum eggjar fólki til at brúka bleytu ferðsluhættirnar og at fremja sosialar og grønar broytingar í samfelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo