Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soleiðis verður fyrrverandi kirkjuráðsformaðurin endurgivin í grein á in.fo 14. januar í 2011. Veruleikin er, at Argir er í tvíningum og hevur verið tað líka síðani fyrsta mótmælisskriv við 250 undirskriftum varð latið kommununi í 2010. Tíggju ár seinni skrivaðu yvir 2000 borgarar undir mótmæli og í januar í ár vísti spyr.fo kanning, at 60% av borgarum eru ímóti staðsetingini á fríøkið við Sandá.

Kirkjuráðið fær sína kirkju, eingin ivi er um tað. Hóast stóra gráa betongkirkjan kanska ikki hevur ta útsjónd, sum kirkjuráðið, sbrt somu grein ynskti; "at ein partur av henni skal vera úr gróti fyri at heiðra niðurseturmenninar á Argjum", broytir ikki avgerðina, at ein kirkja fer at verða bygd. Men verður hon bygd á fríøkið við Sandá, kemur hon at verða ímyndin av tí tvíningi, sum er ímillum borgararnar, ikki bara á Argjum men í Tórshavnar kommunu sum heild. Hon kemur eisini at verða ímyndin av einum skeiklaðum fólkaræði, tí politikarar ikki virða meirlutanum av borgarunum, sum í trimum førum hava víst á, at tey ikki ynskja kirkjuna staðsetta á fríøkið. Og tá er Facebook atkvøðugreiðslan, sum tey, ið eru fyri einum byggiloyvi, hava tikið stig til, ikki tikin við. Hon vísir forrestin, at 65% er ímóti, at byggiloyvi verður givið.

Í greinini stendur at lesa, at "formaðurin í kirkjuráðnum leggur staðiliga dent á, at kirkjuráðið vil ikki birta upp undir nakra illstøðu, og er vandi fyri, at Argir fer í tvíningar, verður ikki farið undir nýggja kirkju við Sandá". Nú 14 ár seinni stendur hettar enn í andsøgn við veruleikan.  Andsøgnin er líka stór, sum landafrøðiligi tvíningurin millum eina nýggja kirkju við Sandá og nýggju stóru útstykkingina á Hamarinum. Fólk á staðnum hava mótmælt staðsetingini síðani 2010 og gjáin er bara vorðin størri. At tvíhildið hevur verið um hesa óynsktu staðseting, hevur eisini fingið alsamt fleiri borgarar at seta spurnartekin við, um neyðugt yvirhøvur er við nýggjari kirkju so tætt at Vesturkirkjuni.

Fyri áhugafelagið "Varðveitið fríøkið við Sandá" hevur tað ongantíð snúð seg um kirkju ella ikki kirkju. Frá byrjan hevur dentur verið lagdur á, at EINKI eigur at byggjast á fríøkið við Sandá, líkamikið, hvat slag av bygningi, talan er um. Grundgevingarnar eru m.a. væl lýstar í upptøku, har lívfrøðingur greiðir frá "villari náttúru mitt í býnum" sum vit eiga at varðveita, tí henni er tað lítið eftir av. Lætta atkoman hjá bæði eldri borgarum, illa gongdum borgarum, skúlaflokkum og barnagarðsbørnum kann ikki undirmetast. Aðrastaðnis royna tey at endurskapa slík rekreativ grøn økir, tí hesi hava stóran týdning fyri trivna og sálarheilsu hjá borgarum.

Upprunin til syrgiligu støðuna liggur niðri á Vaglinum, tá ið kommunan vísir á staðsetingina á fríøkinum við Sandá. At nakar yvirhøvur tá helt, at staðsetingin av einum so stórum bygningi við tilhoyrandi parkeringsplássum var skilagóð er enn ein stór gáta, og grundgevingarnar eru ongantíð komnar á borðið. Í veruleikanum er Sandá friðað sbrt náttúrufriðingarlógini §2, stk. 2, nr. 3 sum sigur, at tað "má ikki byggjast innangarðs nærri enn 300 metur frá áum, ið eru meira enn 4 metur breiðar". Gamla lógin heimilar frávikum og tey eru sanniliga eisini framd, men tó hevur meginreglan verið seinastu mongu árini, at byggjast skal ikki nærri enn 50 metrar frá Sandá. Hetta vita tey flestu, eisini tey, ið hava fingið noktandi svar uppá byggiloyvi nærri enn 50 metrar frá ánni. Staðsetingin av kirkjuni er bert 20 metrar frá Sandá!

Hvørki kommunan ella kirkjuráðið seta spurnartekin við moralska og etiska rættin at selja og keypa eina gávu; fríøkið, sum Müller familjan hevur latið borgarunum. Enn ein vanrøkt verður framd, tá ið fyrisitingin ikki kannar og upplýsir um, at ein servituttur er tinglýstur á hvønn einasta av teim 75 matriklunum á Müllerstrøð. Hendan byrðan hevur IKKI verðið við í málsviðgerini hjá býráðnum vísir innlitið, sum áhugabólkurin hevur fingið, og táverandi politikarar, ið skuldu taka støðu til málið kenna einki til tinglýsta skjalið. Hetta er brot á fyrisitingarligu upplýsanarskylduna, sum skal tryggja, at politiskar avgerðir verða tiknar á røttum grundarlagi.

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri førum sagt seg ganga á odda fyri at gerast ein grønari kommuna. Longu um sama mundið, sum fríøkis-gávan verður seld kirkjuráðnum, verður nógv orka løgd í eitt atlas fyri Tórshavn, har lagt verður upp til, at grøni geirin við Sandá í miðdeplinum, sum gongur frá Havnardali og oman í Sandagerði eigur at friðast. Onnur politisk álit við grønum hugsjónum hava eisini sæð dagsins ljós soleiðis áleið fjóra hvørt ár ísv valskráir og lyftir men hava síðani ligið í myrkum skuffum. Fleiri av politikarunum, sum manna býráðið í dag hava á valplakatum proklamerað teirra grønu og umhvørvisvinarligu sjónarmið, men lítið av hesum sæst í verki og nógvar avgerðir ganga beint ímóti vallyftunum.

Tórshavnar kommuna kann bert fáa uppreisn og politiska virðing, um hon nú fær málið á beint og letur Kirkjuráðnum eina nýggja staðseting við tí kostnaði, sum tað mátti inniborið. At hóttanir koma fram um stór endurgjaldskrav og fleiri ára seinkingar, eru hvørki virðiligar ella eftirfarandi - tað vita allir partar av málinum - men tíverri fáa hesar hóttanir loyvi at standa sum galdandi sannleikar.

Sagt hevur verið á fundi millum kirkjuráðið og býráðið, at hetta málið er 'rein jura' og hevur einki við politikk at gera. Men var tað so einfalt, mundi málið tá ikki hava verið avgreitt langt síðani? Tí her eru sanniliga eisini etisk og moralsk atlit, hvørs virði hava stóran týdning fyri vanliga borgaran. Heilt einfalt, hvat er rætt og skeivt í dagsins samfelag, hvør er besta loysnin anno 2024? Ta loysnina hevur fólkaræðið víst á - hendan stýrisskipanin ella navigatiónsskipanin, sum vit eru so errin av um okkara leiðir, tí hon tryggjar, at meirlutin sleppur til orðana og kann leiðbeina tey fólkavaldu, sum skulu eitast at umboða tey. Meirlutin, ja heili 60%, hava heilt nýliga víst á, at tey eru ímóti staðseting av kirkjuni á fríøkinum við Sandá.

Við øllum hesum í huga er tað eyðsæð, at einasta siviliseraða, grøna, virðiliga og fólkaræðisliga rætta loysnin, sum er kirkjuráðnum, kommununi, náttúruni og okkara alra eftirkomarum at langtíðar gagni, er at finna nýggja staðseting.

við náttúrukvøðu,
vegna fólkaræðisliga meirlutan í Tórshavnar kommunu
Urd Johannesen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo