Tað hevur verið ein støðugur vøkstur í ferðafólkatalinum um flogvøllin í Sørvági, og árið 2019 gjørdist eitt metár í ferðafólkatalinum.
Yvir 424.000 fóru og komu um fløgvøllin, vísa samlaðu tølini sum VP hevur hugt í.
Talan er um ein vøkstur á knøpp 12 prosent.
Í 2018 fóru og komu um 380.000 ferðafólk um flogvøllin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo