Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Svenski brúkaraumboðsmaðurin hevur gjørt úrskurð í málinum, har ferðafólk hava kravt endurgjald eftir verkfallið hjá SAS flogskiparunum í vár.

Eini 4.000 fráferðir vórðu avlýstar, men SAS gjørdi tað, sum kundi gerast, fyri at sleppa undan verkfallinum hjá flogskiparunum, og tað var í heila tikið ikki SAS sum hevði ábyrgdina. Talan var um eina serliga hending, og tí skal SAS ikki gjalda endurgjald til tey, sum ikki sluppu avstað, sigur svenski brúkaraumboðsmaðurin í sínum úrskurði, sum hann almannakunngjørdi í gjár.

Felagið Airhelp, sum fæst við at hjálpa fólki sum eru komin illa fyri av tí at tey ikki sleppa á flog, hevur hótt við at fara til ES dómstólin við SAS.

Tilsamans 370.000 fólk vórðu ávirkað av verkfallinum hjá SAS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo